26.03.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við nýggju stavsetingarorðabókina

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við nýggju stavsetingarorðabókina

Myndatøka: Dávur Winther

Góðan dag øll somul á hesum merkis og hátíðardegi!

Tað eru nú gingin góð 10 ár, síðan vit fingu lógina um Málráð, har tað er ásett, at vit skulu hava eina stavsetingarorðabók. Slíkt arbeiði er ikki løtuverk, men stórverk, og einaferð kemur tað undan, alt tað, sum verður droymt.

Í dag hátíðarhalda vit so søguliga dagin og løtuna, tá ið vit verða ríkaði við nýggju Stavsetingarorðabókini.

Av fullum og heilum hjarta ynski eg okkum øllum tillukku og sendi hjartaligar takkarkvøður til øll, sum so ella so hava verið við í hesum stóra og týdningarmikla arbeiði. Ella bragdi skuldi eg heldur sagt.

Tað er mær fortalt, at tit hava gjørt eitt heilt einastandandi gott arbeiði øll somul. Og ávøkstin síggja vit nú.

Vilt tú náa nakað skjótt, ger tað so sjálv. Vilt tú náa langt, ger tað so í felag. Hetta er kanska hóskandi yvirskrift um tilgongdina at fáa stavsetingarorðabókina gjørda.

Tað var meðan Zakaris Svabo Hansen var formaður í Málráðnum, at Kristin Magnussen málfrøðingur var sett til at arbeiða við stavsetingarorðabókini. Kristin Magnussen hevur funnið til vega tilfar, sett saman og staðið fyri tí fakliga arbeiðinum. Tað er eitt stórt arbeiði.

Ein fylgibólkur, mannaður við Eivindi Weyhe, prof. emeritus, og málkønu lærarinnuni, Elini Henriksen, køn sum fá bæði tvey eru so farin málsliga og fakliga gjøgnum tað, ið Kristin hevur arbeitt við. Hon hevur síðan fingið tilfarið aftur og tikið rættingar og vegleiðingar til eftirtektar. Viðhvørt er sumt lagt fyri starvsnevndina, og prinsippiellar avgerðir eru lagdar fyri Málráðið.

Forkvinnan og varaforkvinnan í Málráðnum hava tikið sær av at fara gjøgnum alt tilfarið við at seta eitt valalið av rættlesarum, sum hava arbeitt í smærri toymum eftir ávísum leisti. Tær rættingarnar ella broytingarnar, sum rættlesaraliðið vísti á, førdi Kristin Magnussen so inn vegna forkvinnuna og varaforkvinnuna.

Forkvinnan og varaforkvinnan sendu so at enda mær ta rættlisnu stavsetingarorðabókina til løggildingar, soleiðis sum hon nú er almannakunngjørd í talgildum líki á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Løggildingin merkir, at stavsetingin, sum er ásett í stavsetingarorðabókini verður almenni stavsetingarhátturin at fylgja. Tað eru umleið 65.000 leitorð í Stavsetingarorðabókini.

Hetta stóra fakliga fylgið av fólki, sum hevur fingið okkum stavsetingarorðabókina til vega hava soleiðis skrivað søgu við stavsetingarorðabókini. Tey hava ikki bert skrivað søgu, men eisini ment, styrkt og varðveitt mál okkara og soleiðis eisini bygt land og tjóð. Tað er størri enn vit gera okkum far um. Eftirtíðin verður at prógva tað.

Undir heitinum “Tað sigur ikki seg sjálvt, at føroyingar tosa føroyskt” halda vit eisini móðurmálsdagin í dag. Heitið er álvarsamt og fekk meg veruliga at hugsa um, hvussu stóra ábyrgd vit hava framhaldandi at menna og fjálga um føroyska málið. Tað fekk meg eisini at senda so mangar tøkkir til øll tey mongu, sum gjøgnum árini hava gjørt sítt til og lagt so nógv gott afturat føroyska málinum. Uttan góðar málverjar klárar liðið seg ikki!

Føroyskt telist millum smæstu mál í heiminum. Tí krevur tað at vera røkt, ment og hjúklað um, so ókomin ættarlið eisini eiga tað sum sítt móðurmál. Tað er tað vakrasta vit kunnu geva teimum.

UNESCO, ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi og mentan hevur víst á, at av umleið 7.000 tungumálum, sum verða tosað í heiminum í dag, eru um 3.000 teirra at meta sum so hótt, at tey ikki fara at verða tosað í næstu øld.

Eisini verður víst á, at hóast øll eiga at hava rætt til læring á egnum móðurmáli, so hava um 40 % av heimsins íbúgvum ikki atgongd til útbúgving á einum máli, sum tey tosa ella skilja.

Eisini her í Føroyum hava vit eina uppgávu á hesum øki so at fólk, sum eru flutt til Føroyar, bæði kunnu læra føroyskt sum annaðmál umframt varðveita sítt móðurmál. Og ikki minst tá ið teknmál umræður.

Føroyska málið er gamalt, men føroyskar bókmentir eru nýggjar. Skaldskapur hevur gjøgnum øldir og ættarlið verið borðin á mannamunni.

Skrivaða málið er so mikið nýtt, at ættarliðini hjá ommu og abba mínum ongantíð hava havt føroyskt í skúlanum. Í teirra skúla- og ungdómstíð var føroyskt hvørki í skúla ella í kirkju. Tey bæði samleikaskapandi støðini, har fólk søkja sær lærdóm, vísdóm og trúgv. Og vit skulu eisini heilt inn í 1970ini, áðrenn føroyskt varð próvtøkumál í studentaskúlanum. Og enn hava vit ikki føroyskt undirvísingartilfar á øllum útbúgvingum.

Taka vit ættarliðið hjá mínum foreldrum, so fekk ein stórur partur 7 ára barnaskúla og hin partur realskúla. Í mínum ættarliði vaks parturin, sum fekk HF ella student, og nú á døgum taka flest øll sær eina útbúgving. Soleiðis broytast umstøður og kor við tíðini, og soleiðis byggja ættarliðini á hvørt annað.

Vit í Føroyum hava ligið so at siga avbyrgd í norðuratlantshavi og ikki havt ta stóru ávirkan á málið uttaneftir. Tað er broytt, eins og heimurin er broyttur.

Alt er broytt, og vit kunnu ikki berjast móti vindinum. Altjóðagerðin, talgildu miðlarnir, økta og skjóta samferðslan og flytførið millum lond sæst aftur allastaðni. Har vit fyri nøkrum árum síðan stúrdu um donsku ávirkanina á føroyska málið, hava vit heilt aðra stúran í dag. Nú er tað í høvuðsheitum enskt, sum ávirkar, og viknandi bendingar sum órógva.

Hóast vit ongantíð hava havt so nógva skúlagongd sum nú, so hevur ávirkanin uttaneftir, talgildingin og aðrar samfelagsbroytingar ongantíð havt so stóra ávirkan á málið sum nú. Tí hevur ábyrgdin ongantíð verið størri at byggja borð fyri báru.

Eg hugsi við mær sjálvari sum vanligt leikfólk, at tey sum fingu 7 ára barnaskúla og tosaðu so gott føroyskt mál, hóast tað ikki altíð fall øllum so lætt at skriva, kanska vóru minst líka, ella betur, málsliga útborin sum seinnu ættarliðini við longri skúlagongd. So mikið stór er ávirkanin blivin.

Málið tekur øldir at byggja upp, men tað nýtist ikki meira enn eitt ættarlið til at missa tað burtur. Man missir tað bara eina ferð, men man kann eiga tað fyri ævir.

At læra mál er samansett. Tað snýr seg ikki bert um málreglur, úttalu, bendingar, kyn, føll og so framvegin, men er eisini ein sansalig tilgongd.

Málið byrjar í móðurlívi. Mamman tosar við og syngur fyri barninum, áðrenn tað er føtt. Og barnið hoyrir og lurtar. Tað kennir røddir longu tá. Eins og tilknýtið millum móðir og barn byrjar tá, so byrjar eisini málsliga menningin. Barnið kennir røddirnar og sangirnar aftur, tá ið tað verður borið í heim. Tað gevur tryggleika, og grundarsteinurin undir framhaldandi menning er lagdur.

Júst henda hugsan treytar so, at mamman, meðan hon gongur við barninum hevur førleikar og tilvitskuna um at syngja fyri barninum, at tosa við tað o.s.fr., meðan hon gongur við tí.

Tí byrjar málið kanska ikki í móðurlívið, men fleiri ættarlið undan tí. Tað tekur ættarlið at menna hesar førleikar, eins og persónsmenskuna, við teimum gávum og manglum, hon nú einaferð kann hava. So mál og málsligur førleiki er ein long tilgongd. Meira tað verður pjátrað, sungið og samskift við pinkubarnið, skjótari mennist málið- og barnið. Barnið er í stóran mun ein spegilsmynd av teimum vaksnu.

Tí er tað eisini órógvandi, at tað í kanning er staðfest, at føroysk børn lesa minni enn børn í grannalondum, og at tað er sera ymiskt, hvussu orðfeingið hjá børnum er, og at munurin millum børn er stórur. Hetta hevur ávirkan á okkara framtíð. Vit hava ikki ráð til líkasælu á hesum øki. Líkasæla er kanska, tá ið alt kemur til alt, størsti vandin, tá ið málið umræður.

Nógv góð átøk eru sett í verk m.a. Føroyar Lesa. Og nógv er sum heild gjørt við undirvísingartilfari, útbúgvingar, menning av tilvitsku og tilviti um málførleikar, máltøknidepil o.s.fr. Men nógv er eftir at gera. Millum annað við framhaldandi arbeiði við góðum undirvísingartilfari á føroyskum, yrkisbókmentum, við atkomu fyri øll- tulking og teksting, við talgilding, gransking o.s.fr.

Eitt nýbrot er eisini nýggja bókasavnslógin, sum ásetir, at allar kommunur skulu bjóða sínum fólki bókasavnstænastur. Ljóðbøkurnar eru í løtuni á veg út á hillarnar, og Landsbókasavnið er styrkt, so tað kann verða universitetsbókasavn. Atgondin til bøkur hevur týdning.

Eyðun Andreasen fortaldi í áhugaverdari útvarpssamrøðu í fjør um barnaárini í Skúvoy og, hvussu tað bleiv sagt frá søgum, sungið og kvøðið fyri børnunum. Hvussu tey vóru tikin í feingið og í nærveru við vaksin lærdu, meðan tey hoyrdu. Kropskontakt, nærvera, mál, ruran, rútma, orð og annað rann saman. So legði hann afturat, at man lærdi at lurta. Barnsins ansur varð vaktur. Hann segði eisini, at hann royndi hetta sama kynstrið nú við børnunum í familjuni, men at tey sótu bara eina stutta løtu, so lupu tey á gólvi. Tey høvdu ikki frið á sær, ella bindindi at sita og lurta- tað gekk kanska ov seint.

Akkurát hesa støðu haldi eg nógv kenna aftur. Lat okkum øll dvølja ella reflektera yvir, hví so man vera? Og um hetta bara er so, ella hvat? Tíðin er ein onnur nú, tað veit eg væl. Men barnið, og grundleggjandi tørvirnir eru teir somu. Bindindi, ansur, hugsavnan og aðrar fortreytir fyri læring eru tær somu. Og hvat merkir hetta fyri skúla, barnagarðar og smáu heimini og harvið samfelagið?

Málið snýr seg eisini um, hvussu vit eru saman sum menniskju. Hvussu vit tulka og skilja okkum sjálv, hvønn annan og heimin. Hvussu vit orða okkum, sigur nógv um okkum sjálv, okkara menniskjasýn og okkara fatanir sum heild. Vís mær, hvussu tú tosar, so eg hoyri, hvør tú ert ella hvaðani tú ert. Tað er gjøgnum samskifti og mál, at vit skapa samleika bæði sum einstaklingar, familjur, fólk, bygdir og land.

Málið er amboð til samveru, nærveru, sosiala kontakt, túnatos og mangt annað, sum eisini skapar trivnað fyri menniskjað. Og ikki at gloyma eitt tað týdningarmesta við øllum máli, sum er evnini at lurta. Har mennist førleikin at hugsavna seg og at reflektera. Har liggur lykilin til lærdóm og vísdóm. Onkuntíð merkir tað eisini at lurta eftir tí ósagda.

Men í dag er fagnaðardagur. Í dag hava vit fingið enn eitt amboð at menna og verja føroyska málið. Eitt amboð, sum vit leingi hava ynskt okkum. Og vit ynskja okkum enn fleiri amboð. Og tey fara vit at fáa. Tí vónini skulu vit halda fast í, og minna okkum á, at tað ongantíð hava verið so nógv fólk, sum duga at lesa og skriva føroyskt sum nú. Um alt tað, sum verður útgivið á føroyskum bæði bøkur, tónleikur o.a. og at ansurin fyri málinum er stórur.

Tað er mál og mentan, sum knýtir fólk saman, skapar samleika og tjóð.

Málið er sjálvur hjartaslátturin í samfelagnum.

Sum eg segði fyrr, so klárar liðið seg ikki uttan góðar málverjar.

Takk fyri og hjartaliga tillukku og góðan móðurmálsdag!

Myndatøka: Dávur Winther