20.03.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Føroyar fáa nú eitt Brekumboð

Føroyar fáa nú eitt Brekumboð

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt uppskotið um løgtingslóg um Brekumboð, ið Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, legði fyri Løgtingið fyri jól. Við nýggju lógini fær landsstýriskvinnan heimild til at seta á stovn eitt Brekumboð, og eina nevnd, sum skal ráðgeva Brekumboðnum.

At seta á stovn eitt Brekumboð er eitt nýbrot fyri føroyska samfelagið, og er endamálið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Tað hevur leingið verið tørvur á einum óheftum Brekumboði í Føroyum, og tí fegnist eg um at lógin varð einmælt samtykt í Løgtinginum í dag,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Lógin ásetir millum annað, at Brekumboðið skal hava sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum. Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Sum ein liður í hesum arbeiði skal Brekumboðið millum annað veita ráð og vegleiðing, um rættindi, kæru- og klagumøguleikar, og gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.

Løgtingslógin um Brekumboð kemur í gildi 1. januar 2025. Almanna- og mentamálaráðið fer nú undir fyrireikandi arbeiðið.