Bú- og viðgerðartilboð

Endamálið við  bú- og viðgerðarstovnum er við viðgerð og stuðli at stuðla undir persónliga menning hjá borgarum, ið hava týðandi likamligt ella sálarligt virkistarn og borgarum, ið hava víðfevndar sosialar trupulleikar. Endamálið er at menna og uppbyggja sosialar førleikar, og at menna ein borgara fram ímóti í størst møguligan mun at klára seg sjálvan í egnum bústaði ella í vardum bústaði.

Bú- og viðgerðarstovnar og stovnslíknandi fyriskipanir eru skipaðir við heimild í § 27 í forsorgarlógini og eru at meta sum styttri fyriskipanir mótvegis eitt nú vardum bústøðum, ið er at meta sum meira varandi fyriskipanir.

Snarslóð